×
Jól og nýggjár

Vit hava stongt 30/12-25. Vit hava opið aftur 2/1-26 kl 8.00. Í løtuni ber bert til at bíleggja tíð við at ringja á 617700 millum kl. 8-10.


Tíðindi

Jólafrí

Vit halda jólafrí millum 23. des. og 1. januar. Vit hava tó opið29. desembur og taka okkum av bráðfengis trupuleikum. Hinar dagarnar verður víst til hinar viðtalunar í húsinum og læknavaktina. Tað er opið aftur sum vant 2. januar

Stongt vegna eftrirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Minnist til at endurnýggja fastan heilivág áðrenn, so tit ikki fara at mangla.

Bráneyðug læknahjálp fæst frá grannalæknunum

Videoviðtalur

Nú ber til at hava videoviðtalur við viðtaluna. Summi evni hóskað væl at hava sum videoviðtala og onnur hóska minnið væl. Viðtalur, sum krevja, td. eina kropsliga kanning ella at ein roynd verður tikin, muga sjálvandi framvegis verða í Kirkjustræti.
Videoviðtalur verða planlagdar eins og vanligar viðtalur, tvs. man fær eina tíð og skal "møta til lækna" til ásettu tíðina. Ístaðin fyri at møta í Kirkjustræti, so skal man verða loggaður á Vangan og hava byrjað eina videoviðtalu. Læknin ella viðtalustarvsfólkið kemur so inn í viðtaluna eins og tá tey koma eftir tí næsta í bíðirúminum.

Vit rokna við vissum byrjanartrupulleikum, men vónandi verður hetta ein lættari máti at hava ávísar viðtalur uppá.

Nýggjur kommulækni og nýggjur hjálparlækni

1. septembur var Katrina, sum hevur starvast her í 1 ár útlærdur kommunulækni. Hon fer nú at mannað okkurt at kommunulæknastørvinum, sum ikki hava verið sett seinastu tíðina. 1. oktobur kemur ein nýggjur hjálparlækni at arbeiða í viðtaluni. Tað er Høgni Djurhuus. Hann er eisini í holt við serlæknútbúgving í almen medicin, hetta er næst síðsta stig hjá honum, áðrenn hann gerst kommunulækni. Takið væl ímóti honum.