Ert tú vanur/von at fáa onkran heilivág og skalt hava reseptina endurnýggjaða, ber til at fylla niðanfyristandandi oyðublað út. Vit venda aftur til tín, tá heilivágurin er klárur at heinta á apotekinum. Vit tryggja okkum rætt til at sýta at endurnýggja reseptir uttan læknaviðtalu, um vit halda tørvur er á tí.

Vit stremba eftir at reseptir til 1 ár verða skrivaðar til árskontrol hjá lækna. Um tú manglar heilivág, skal tú møguliga eisini biðja um tíð til árskontrol.

Tekur tú vanaelvandi heilivág, t.d. sissandi ella sterkt pínustillandi, skal tú koma til viðtalu at fáa endurnýggja reseptirnar. 

Er talan um eitt barn, skal tað verða navnið á barninum. Hevur barnið ikki fingið navn, vinarliga skriva bústað hjá barninum.

DDMMÁÁ. Er talan um eitt barn, skal tað verða føðingardagurin hjá barninum.

Tað er umráðandi hesin teigurin er rættur.


Heilivágur

Vinarliga upplýs navn á heilivági, styrki, hvussu nógv og hvussu ofta tú tekur hann.

GG! Tað ber bert til at endurnýggja fastan heilivág, tú regluliga tekur. Umbønir um heilivág, sum tú ikki regluliga tekur, verða ikki gingnar á møti, tá má tú biðja um eina tíð ella ringja til viðtaluna.

Hendan tænastan er bert til borgarar knýttir at viðtaluni hjá Turið H. Johannessen. Hevur tú annan lækna, sum ikki er tøkur ella ongan lækna, verður tú biðin um at ringja til viðtaluna at endurnýggja heilivágin í telefontíðini.


Vel apotekið, har reseptin skal sendast. Tú fært eini SMS-boð tá reseptin er avgreidd.

Kunning um apotekið í Steinatúni

Apotekið koyrir heilivág oman á apotekið í Steinatúni á middegi. Um tú fær reseptváttanina áðrenn kl 11, so er heilivágurin klárur at heinta seinnapart. Um váttanin kemur eftir kl 11, so er heilivágurin klárur dagin eftir.


Les um trygd í samband við samskifti um heimasíðuna