Kirkjustræti 2, 188 Hoyvík
61 77 00
Fax 31 71 21
thj@kl.fo (GG! Telduposturin kann brúkast til samskifti hjá fyritøkum og stovnum við læknaviðtaluna. Ikki til viðtalur, bílegging av viðtalutíðum ella heilivági, nýt oyðubløðini ella ring)
Viðtalan er opin millum 8 og 15.
Viðtala bert eftir avtalu
Telefonin svarar millum 8 og 10.
Vit hava eina akut-telefon, nummarið verður upplýst, um man ringir uttanfyri telefontíðina.
Til ber eisini at brúka heimasíðuna til umbiðing av tíð, endurnýggja resept og fáa svar uppá ymsar kanningar.
Um mann skal heinta ella lata viðtaluni okkurt, so er best um tað er millum 10:30 og 12.
Um mann kemur uttanfyri hetta tíðarrúmi er viðtalustarvsfólkið møguliga upptikið við øðrum uppgávum. So verður mann noyddur at bíða.
Millum 8 og 10 er viðtalustarvsfólkið upptikið við telefonini og eftir kl 12 hava tey sjálvstøðugar viðtalur.
Í Kirkjustræti eru 5 atskildar læknaviðtalur. Læknaviðtalan hjá Turið H. Johannessen hevur parkering og inngongd í erva, frá Kirkjustræti. Tann mittasta hurðin.
Góðir atkomumøguleikar fyri rørslutarnað.
1'arin og 3'arin koyra framvið viðtaluni.
Á heimasíðuni verða tíðindi og kunning skriva, tá tørvur er á tí. Tað kann verða upp broyting í upplatingartíðunum, feriu ella nýggj starvsfólk. Nýggj tíðindi verða eisini deild á facebook síðuni hjá læknaviðtaluni.
Til ber at dáma facebook síðuna hjá læknaviðtaluni, so hevur man møguleika at síggja tað á sínari facebook konto.
Hevur tú tørv á læknahjálp, sum ikki kann bíða til vanliga avgreiðslutíð, ber til at ringja til kommunulæknavaktina millum klokkan 16 og 8 gerandisdagar, alt døgnið í vikuskiftinum og heilidagar.
1870
Hevur tú tørv á bráðfeingis hjálp, sum ikki kann bíða til tú fær tíð í kommunulæknavaktini, ring so til alarmcentralin
112