Læknar

Turið Holm Johannessen

Kommunulækni

Turið Holm Johannessen

Tók kandidatprógv í medicin á Fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn í 2012. Var liðug við serlæknaútbúgvingina í almen medisin / kommunulækni í 2019. Av øðrum økjum við áhugað kunna nevnast heilsukanningar innan sjóvinnuna. Er útbúgvin kavaralækni og knýtt at kavaratilbúgvingina. Er eisini samskipari fyri útbúgvingina av yngri læknum innan almen medicin.

Barbara Joensen

Hjálparlækni

Barbara Joensen

Barbara er í einum høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medicini. Hon starvast á Landssjúkrahúsinum, men hevur 1 dag um mánaðin í viðtaluni.

Arbeiðir á læknamiðstøðini í tíðarskeiðnum 01.09.2023 til 28.02.2027

Katrina Clementsen

Hjálparlækni

Katrina Clementsen

Katrina er í einum høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medicini. Hetta er síðsta stig í serlæknaútbúgvingini til kommunulækna.

Arbeiðir á læknamiðstøðini í tíðarskeiðnum 01.09.2024 til 31.08.2025

Sjúkrarøktarfrøðingar

Birita Dahl

Sjúkrarøktarfrøðingur

Birita Dahl

Farloyvi frá 1. sept 2024 til 1. mars 2025. Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á fróðskaparsetrinum í Tórshavn í 2016. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2020. Áðrenn hetta arbeitt á Landssjúkrahúsinum, serliga við sjúklingnum við medicinskum sjúkum og krabbameini. Í viðtaluni hevur Birita ymsar uppgávur, bæði í móttøkuni og sjálvstøðugar viðtalur. Birita hevur eftirútbúgving at hava viðtalur við sjúklingar við stress, depression og angist.

Elin Sjúrðardóttir Holm

Sjúkrarøktarfrøðingur

Elin Sjúrðardóttir Holm

Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á fróðskaparsetrinum í Tórshavn í 2017. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2024. Áðrenn hetta arbeitt á Landssjúkrahúsinum, serliga á føðideildini og barnadeildini. Í 2024 var hon útlærdur heilsufrøðingur. Í viðtaluni hevur Elin ymsar uppgávur, bæði í móttøkuni og sjálvstøðugar viðtalur.

Hjørdis Jansdóttir

Sjúkrarøktarfrøðingur

Hjørdis Jansdóttir

Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á University College Sjælland í Roskilde í 2010. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2019. Áðrenn hetta arbeitt mest í skaðastovu í Danmark, men eisini á barnadeilidini í Landssjúkrahúsinum. Hjørdis er útbúgvin viðgerarsjúkrarrøktarfrøðingum og hevur nógvar royndir við smáskaðum, sárum og skaðum á rørslutólið. Hjørdis hevur eftirútbúgving lungnasjúkum og lungnakanningum, umframt Masterclass útbúgving innanfyri sukursjúku.