Koppsetingar

Í Føroyum er eitt ókeypis koppsetingar program til øll børn. Í læknaviðtaluni er tað antin ein sjúkrarøtarfrøðingur ella lækni sum koppsetir. Í onkrun førum eru koppsetingarnar í samband við barnakanningar. 

  • 3 mánaðir* - difteri-tetanus-kighoste-polio-Hib og pneumokokkar
  • 5 mánaðir - difteri-tetanus-kighoste-polio-Hib og pneumokokkar
  • 12 mánaðir - difteri-tetanus-kighoste-polio-Hib og pneumokokkar
  • 15 mánaðir* - MFR
  • 4 ár - MFR
  • 5 ár - difteri-tetanus-kighoste-polio endurkoppseting
  • 12 ár* - HPV (2 dosir við 5 mðr millumrúm)

*hesar koppsetingarnar eru ikki samstundis sum barnakanning

Til ber at skriva barnið upp á heimasíðuni "husk barnet", so fær man ein teldupost, tá tíð er at fara til barnakanning ella koppseting.

Hent at vita

  • Evni | Børn
  • Leinki | Husk barnet
  • Minst til at hava við | vaccinatiónskort