Kambfjaðrar
Kambfjaðrar koma vegna smittu við eini friðaligum virusi, sum bert smittar menniskju. Tær veksa sera spakuliga. Tað kunna tí ganga fleiri mánaðir, frá tí tú ert smittaður, til kambfjøðurin vísir seg á húðini. Tú verður smittaður við at nerta við kambfjaðrar ella gjøgnum deyðar húðkyknur, sum eru fongdar við virus. Smittuvandin hækkar ikki, um kambfjøðurin bløðir. Um húðin hevur smáar skaðar ella verður uppbloytt í vatni ella sveitta, hækkar smittuvandin.
Um tú letur vera við at viðgera kambfjaðrar, so hvørva tær við tíðini. Hjá flestu børnum hvørva kambfjaðrarnar innan 1-2 ár, meðan tað kann taka longri tíð hjá vaksnum. Um tú hevur havt eina kambfjøður í 5 ár ella longri, smittar hon ikki longur.
Ver tolin og áhaldandi: Tað eru nógv ymisk sløg av viðgerðum til kambfjaðrar, men eingin løtt loysn. Viðgerin er ofta drúgv, tíðarkrevjandi og kann vera pínufull.
Heimaviðgerð: 80 % av øllum kambfjaðrum hvørva innan 3 mánaðir, um tær verða viðgjørdar áhaldandi.
- Smyr Verucid ella Vortex (hondkeyp) á kambfjøðurina dagliga áðrenn songartíð.
- Tá ið tað er turt, skalt tú dekka kambfjøðurina við plástri (kann vera ítróttateip ella gaffateip).
- Bloyt kambfjøðurina í sápuvatni í 10 minuttir tvær ferðir um vikuna. Eftir hetta skalt tú skava hana varliga við einum skalpelli. Fjerna so nógv av kambfjøðurini og turrari húð sum gjørligt. Tá ið tú sært smáar svartar prikkar (smáar blóðæðrar), skalt tú steðga. Tað skal helst ikki bløða. Eftir skaving skal smyrjast við Vortex/Verucid, og plástur skal setast á.
- Viðgerðin eigur at halda fram, til kambfjøðurin er burtur (ofta mánaðir).
Barnagarður/dagrøkt Tað eru ongar avmarkingar fyri børn við kambfjaðrum í mun til barnagarð. Um man setur plástur á kambfjøðurina, verjir hetta móti smittu.
Hvussu eru langtíðarútlitini? Kambfjaðrar eru heilt ófarligar, men tær kunnu vera keðiligar og órógvandi. Hjá nøkrum hvørva kambfjaðrarnar uttan viðgerð eftir 2-3 mánaðir, og hjá teimum flestu hvørva tær eftir 1-2 ár. Men hjá nøkrum fáum kunnu kambfjaðrar vara í fleiri ár.
Hent at vita
- Evni | Børn