Eygnabruni
Eygnabruni er ein sera vanligur bruni hjá børnum. Tað er bert neyðugt at bakteriutýnandi viðger í fáum førum.
Týdningarmesta viðgerin er reinføri. Eygnabruni smittar við kontakt, tvs. um man fær vætu frá eyganum á hendurnar og so nertur við síni egnu eygu. Tað er týðningarmikið, at mann vaskar hendurnar. Eisini er týðningarmikið at td. handkløð og lappar eru reinir.
Eyguni skula haldast rein, tað kann gerast við lunkaðum vatni ella saltvatnið á einum vattpetti. Mann reinsar frá innara eygnakrókið og úteftir. Ikki brúka sama vatt til bæði eyguni.
Sundhedsstyrelsen viðmælir, at børn við eygnabruna ikki fara á stovn, tí tað smittar. Viðmæli hjá sundhedsstyrelsen verða ofta tolkað ov strangliga av stovnum og foreldur fáa at vita, at barnið ikki kann koma á stovn uttan viðger. Tað er altíð viðgerandi lækni, út frá einari fakligari meting, sum avger um barnið kann fara á stovn (sí leinki til sundhedstyrelsen).
Tað er bert um eygnabrunin er ringur, at hann skal viðgerast. Um eyga er hovið, tað hvíta í eygunum er reytt, nógvur váði, barnið er følsamt fyri ljósið og/ella klaga yvir óbehag í eygum so skal brunin møguliga viðgerast. Um mann ivast um barnið skal hava bakteriutýnara, so skal barnið síggjast av lækna.
Hent at vita
- Evni | Børn
- Leinki | Ráð frá Sundhedsstyrelsen