Heilsuváttan til arbeiði offshore
Fyri at sleppa at arbeiða á einum plattformi á norska kontinent sokklinum krevst ein heilsuváttan. Heilsuváttan kann bert skrivast av góðkendum petroleumslækna.
Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera krevjandi at arbeiða offshore. Umframt at tað er krevjandi arbeiði, so kann tað vera langur vegur til hjálp, um mann gerst sjúkur.
Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta, arbeiðsøkinum offshore og meta um sannlíkindini fyri at tað gerst ein trupulleiki.
Onkrar sjúkur kunna gera, at mann er óskikkaður í eina tíð, men síðani kann mann aftur fara offshore. Um heilsukrøvini ikki eru møtt, so kann man søkja um undantaksloyvi frá Fylkesmannen i Rogaland.
Ein heilsukanning til arbeiði offshore kann innibera:
- Hædd og vekt
- Blóðprosent
- Landroynd
- Sjón
- Hoyrn
- Kropsliga kanning
- o.a.
Hvussu umfatandi kanningin er, veldst um sjúkrasøguna hjá tí einkulta. Um tað koma viðurskifti fram í kanningini, sum gera at nærri royndir muga gerast, so verða tær bílagdar og heilsuváttanin kann skrivast, tá svarið er tøkt.
Hent at vita
- Prísur | 1.300 kr
- Evni | Læknaváttanir
- Leinki | Sjóvinnulækni
- Minst til at hava við | landroynd, brillur ella linsur