Heilsuváttan til koyrikort

Tá ið tú tekur koyrikort, víðkar um ella endurnýggjar koyrikortið, skal tú avlvera eina heilsuváttan á akstovuni. Heilsuváttanin skal gerast hjá tínum kommunulækna.

Tá ið tú kemur í viðtaluna, fær tú eina eginváttan at fylla út.

Heilsuváttanin er ymisk alt eftir um talan er um endurnýggjan vegna aldur, vinnuligt koyrikort ella vanligt koyrikort. 

Heilsuváttanin inniber eina gjøgnumgongd av sjúkrasøga og heilvágsnýtslu. Sjón og sjónarringur verður kannaður. Tað verður mett um tú kropsliga nóg væl fyri at føra bil.

Tá talan er um endurnýggjan vegna aldur, so verður eisini mett um minnið er nóg gott til at tú trygt kann koyra. 

Hent at vita

  • Prísur | 400 kr
  • Evni | Læknaváttanir
  • Leinki | Akstovan - endurnýggjan
  • Minst til at hava við | tíðarbær mynd, brillur ella linsur