Árskontrol
Fólk við kroniskum sjúkum ella um man tekur heilivág regluliga skula helst ganga til árskontrol. Hetta merkir at mann kemur til lækna og snakkar um viðgerina. Møguliga skal hon hækkast ella lækkast. Møguliga broytast til eina aðra.
Mann verður ikki innkallaður til árskontrol, men skal minnast til at biðja um tíð til tað sjálvur. Lættast er um man velur ein mánað, t.d. føðimánaðin, og fer til árskontrol tann mánaðin hvørt ár.
Í samband við reseptendurnýggjan er møguligt at mann verður biðin at koma til árskontrol, um vit síggja at tað er ov langt síðan seinast.
Hent at vita
- Evni | Kroniskar sjúkur