Ovurviðkvæmi / allergi

Ovurviðkvæmi er ofta ein arvalig sjúka, sum ofta er knýtt at astma, hoyfebur og barnaeksem. Tú hevur størri vanda at fáa ovurviðkvømi um foreldur tíni ella systkin hava ella hava havt overviðkvømi ella aðrar allergiskar sjúkur. Tó eru summi fólk, ið fáa ovurviðkvæmi, hóast eingin annar í familjuni hevur tað.

Tá ið ein fær allergi, fer kroppurin at abeiða ímóti annars vanligum ófarligum evnum. Okkara immunverja skal verja kroppin móti álopum frá fremmandum evnum sum t.d. virusum, bakteriur og parasittum. Við allergi mennir kroppurin andevni móti evnum í umhvørvinum, sum vanliga ikki eru vandamikil – tað hendir sostatt ein “feilur” frá kroppinum. Hesi vanligu ófarligu evni verða kallað allergen. Tú hevur størstan vanda fyri at fáa allergi móti teimum evnum, sum tú dagliga ert í samband við, til dømis djór, dustmottur og pollen. Sjúkueyðkennini vísa seg vanliga stutt eftir, at tú ert blivin útsettur fyri tí, sum tú ikki tolir. Reaktiónin kann tó eisini koma eftir fleiri tímar í summum førum. Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógv allergen, ein má verða útsettur fyri, áðrenn sjúkueyðkenni vísa seg. Nøkur fólk við allergi, til dømis móti kettum, kunnu reagera, um onkur í bussinum hevur kettuallergen á klæðunum, meðan onnur ikki fáa nakra reaktión av so lítlari mongd av allergenum. Í einum flokki við 20 børnum vil tað í meðal vera tvey børn við allergi.

Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkenni kunnu vísa seg sum hoyfebur, astma, eksem, nældefeber og við ovurviðkvæmi móti mati við skriða í munni og hálsi (kallað Oralt Allergi Syndrom) og ilt í búkin. Tá ið tú hevur allergi, er tað týdningarmikið at sleppa undan at verða útsettur fyri tí, sum tú ikki tolir. Um tú fært allergisjúkueyðkenni, kunnu tey møguliga verða viðgjørd við heilivági.

Útgreinan

Tann týdningarmesta parturin av útgreinan av ovurviðkvæmi er sjúkusøgan. Tvs. ein nágreinilig gjøgnumgongd av sjúkueyðkennum. Tað kann verða ein fyrimunir at gera eitt skema, um man ikki hevur heilt greiði á nær mann hevur eyðkenni. 

Í onkrum førum skal man eisini útgreinast við blóðroyndum og lungefunktiónskanning.

Um tú hevur varhuga av at tú hevur allergi, so kann tú fylla skemaði her út og biðja um eina tíð. 

Viðger

Fyrst og fremst gongur viðgerin út uppá umganga tað man hevur ovurviðkvæmi ímóti. Um tað ikki er nokk, so er viðgerin fyrst og fremst lokal. 

Tey flestu hava sjúkueyðkenni eru frá nøs og eygum, sum merkir at vit skula fyrst og fremst viðger nøs og eygur. Tað er eygnadropar og nasaspray. 

Nógv taka antihistamin í hondkeyp fyri allergi, men tað er ikki besta viðger. 

Les meira á: https://www.astma-allergi.dk/

Hent at vita

  • Dagf. | 27.09.2024
  • Evni | Kroniskar sjúkur