Skiftisár

Flestu kvinnar hava eingi ella mild eyðkenni uppá skiftisár. Skiftisárini er ein tíð í lívininum hjá kvinnuni, har østrogen mongdin í blóðinum er minkandi. Hetta kann geva eyðkenni sum hitatúrar, svøvntrupuleikar og annað. 

Miðalaldurin fyri skiftisár er 51 ár.

Nakrar kvinnur klára seg við at tillagað lívvstílin, men tað eru kvinnar, har eyðkennini eru so ring, at tað ávirkar lívsgóðskuna. 

Tað er møguligt at viðgera hesi eyðkenni í eina yvirgang, tað er ringast. 

Um tú hevur ring tekin uppá skiftisár, so bið um eina tíð til prát um tað. So má man í hvørjum einstøkum føri meta um fyrimunir og vansar við viðger.

Um man fer í viðger við østrogen, so skal tað regluliga eftirmetast um viðgerin skal halda fra. Vanliga árliga. 

Viðgerin skal helst ikki halda fram í meir enn 5 ár. 

Hent at vita

  • Dagf. | 22.06.2024
  • Evni | Kvinnur