Gitnaðarfyribyrging

Tað finnast ymiskar sløg av gitnaðarfyribyging. Um tú ynskir onkra gitnaðarfyribyging, mæla vit til, at tú bíleggur tíð hjá okkara sjúkrarøktarfrøðingi til prát um, hvør fyribyrging hóskar best til tín.

Ymisk sløg av gitnaðarfyribyging

Hít

Verja móti viðgongu: Høg
Verja móti kynssjúkum: Ja, flestu
Hormonir: Nei

Hítin verjir bæði móti flestu kynssjúkum og viðgongu. Tí er tað serliga væl egnað til ung og vaksin við skiftandi partnarum. Saman við femidom er hítin tann einasti verjuhátturin, sum verjir móti kynssjúkum. Haraftrat er ein hít eisini væl egnað, um kvinnan ikki ynskir hormonir ella koparspiral.

Ver kortini varin við, um tú ella tín partnari hevur ovurviðkvæmi fyri latex og at skifta hítina, um hon skrædnar. Brúkar tú glíðikrem saman við hítini, eigur tú at brúka eitt vatnbaserað glíðikrem, tí oljubaserað glíðikrem (vaselin, massaguolja, matolja o.s.fr.) kann oyðileggja hítina.

 

P-pillar

Verja móti viðgongu:  Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

P-pillar innihalda hormonir, sum forða fyri eggloys. Tí er tað eisini ein verjuháttur við sera høgari verju móti viðgongu og ein nemmur verjuháttur til ungar og vaksinar kvinnur. P-pillar verjir tó ikki móti kynssjúkum og kann ávirkast av øðrum heilivági. Spyr gjarna á apotekinum ella hjá tínum lækna, um tú ert í iva.

 

Minipillar

Verja móti viðgongu: Høg/Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

Minipillar eru væl egnaðar til vaksnar kvinnur, ið ikki tola P-pillar, kvinnur ið geva bróst, ella kvinnur ið hava økta vanda fyri blóðtøppum – tað kann vera orsakað av sukursjúku, ovurhøgum blóðtrýsti ella øðrum sjúkum. Pillarnar hava tó tann vansan, at tær hava øktan vanda fyri óregluligum bløðingum og smábløðingum.

Tað finnast tvey sløg av minipillum: lágdosis minipillar og høgdosis minipillar. Pillarnar eru ymiskar í mongdini av hormonum í pilluni. Bæði sløgini  forða fyri, at eitt gitið egg kann seta seg fast í lívmóðurini. Høgdosis minipillar forða harumframt eisini fyri eggloys, og eru tí líka tryggar sum vanligar P-pillar.

Tú skalt vera serliga varin við, at minipillar skulu takast á sama tíðspunkt hvønn dag. Verður pillan tikin nakrar tímar ov seint, kann tað minka munandi um verjuevni móti óynsktari viðgongu. Hetta er serliga galdandi við lágdosis minipillum.

 

P-ringur

Verja móti viðgongu: Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

P-ringurin er eitt alternativ til P-pillan og hóskar til kvinnur, ið ynskja ein nemman verjuhátt. Hann virkar í 3 vikur í senn og er tí lættari at brúka enn P-pillan, sum skal minnast til hvønn dag.

P-ringurin er ein lítil ringur við einari diameter á 54 mm, sum inniheldur hormonir. Ringurin setir tú sjálv djúpt í skeiðuna, har hann skal vera í 21 dagar. Síðani heldur tú eina steðg frá P-ringinum í sjey dagar, og eftir hetta setur tú ein nýggjan P-ring upp. At seta P-ringin rætt upp krevur kunnleika um kroppin. Hetta kanst tú fáa á apotekinum ella hjá tínum lækna.

Ver varin við, um P-ringurin glíður út ella flytur seg.

 

P-plástur

Verja móti viðgongu: Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

P-plástrið er eisini eitt alternativ til P-pillan og er best egnað til kvinnur undir 35 ár, ið ynskja ein nemman verjuhátt. Plástrið verður sett á til dømis niðara ella ovara part av rygginum ella yvirarmin. Tað skal vera sitandi í sjey dagar, áðrenn tað skal skiftast. Í fjórðu viku skal tað haldast steðgur frá plástrinum.

Um tú brúkar plástrið rætt, svarar verjan til tað, tú kennir frá P-pilluni. Um tú hevur verið í baði, sauna ella hevur vant, er tað ein góð hugskot at kanna, um plástrið framvegis situr fast. Um tað hevur loyst seg, skalt tú bara skifta plástrið.

 

P-stavur

Verja móti viðgongu: Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

P-stavurin er væl egnaður til vaksnar kvinnur, ið ikki ynskja at fáa eitt barn innan fyri nærmastu framtíð, og sum gjarna vilja sleppa undan at hugsa um verja í gerandisdegnum.

P-stavurin er ein 4 cm langur plastikstavur, sum verður settur undir húðina á arminum. Síðani frígevur hann spakuliga eitt hormon, sum forðar fyri viðgongu í 3 ár. Tá ið P-stavurin verður settur inn, vil hann ikki vera sjónligur eftir fáum døgum.

 

Koparspiral

Verja móti viðgongu: Høg/Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Nei

Tað finnast tvey sløg av spiralum. Koparspiralurin er serliga væl egnaður til kvinnur, ið ikki tola ella ikki ynskja hormonir. Samstundis er tað eisini ein langtíðar loysn og hóskar til kvinnur, ið ikki ynskja børn innan fyri nærmastu framtíð.

Koparspiralin er ein lítil lutur, sum verður settur upp í lívmóðurina av lækna. Síðani frígevur hann spakuliga kopar, sum gevur 98% trygd fyri, at tú ikki verður við barn. Koparspiralin hevur eina virkistíð á 5-8 ár, og hon virkar við at broyta umhvørvið rundan um lívmóðurhálsin. Tú kanst til eina og hvørja tíð fáa tikið spiralin úr aftur, um tú ynskir eitt barn ella av øðrum orsøkum.

Um tú hevur havt undirlivsbruna innan fyri tað seinasta árið, er koparspiral minnið egnaður til tín.

 

Hormonspiral

Verja móti viðgongu: Sera høg
Verja móti kynssjúkum: Nei
Hormonir: Ja

Hitt slagið av spirali er hormonspiral. Hann er serliga væl egnaður til vaksnar kvinnur, ið ynskja ein neman verjuhátt, og sum ikki ynskja børn fyribils.

Hormonspiralurin er, sum koparspiralurin, ein lítil lutur, sum verður settur upp í lívmóðurina. Herfrá frígevur hann spakuliga hormonir, sum verja móti viðgongu næstu 5-8 árini. Hesin háttur gevur eina trygd á yvir 99%. Haraftrat gevur hormonspiral ofta eina minni bløðing undir menstruatiónini enn koparspiral

Við báðum sløgum av spirali skalt tú vera varin við, at teir ikki eru væl egnaðir saman við eini menstruatiónskoppi, tí hann kann gera eitt vakum og loysa spiralin.

Hent at vita

  • Dagf. | 24.06.2024
  • Evni | Kvinnur