P pillar

P-pillar verða brúktir til gitnaðarfyribyrging. Í onkrun førum verða teir eisini nýttir at stýra óregluligari bløðing, pínu í samband við bløðing, ringa húð o.a.
Um tú ynskir p-pillar, so skal tú hava eina tíð í viðtaluni. Sjálv viðtalan verður hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi í samráð við lækna. 
Í viðtaluni verður
  • Práta um fyrimunir og vansar við p-pillum, evt. práta um aðra fyribyrging
  • Mett um vandan fyri hjáárinum
  • Mált blóðtrýst, hædd og vekt
  • Práta um tørvin at kanna fyri kynssjúkur

Eftir mann fær p-pillar fyrstu ferð, so skal mann til kontrol eftir 3 mánaðir.

Um mann trívist væl við p-pillum og allar kanningar eru normalar, so skal man ganga til kontrol 1 ferð um árið. 

Kunning um blóðpropp og gitnaðarfyribyrging

Nýtsla av samansettari hormonellari gitnaðarfyribyrging (p-bollar, p-plástur ella vaginalringur, sum innihalda bæði østrogen og gestagen) gevur eina hægri váða fyri at fáa blóðpropp.

Sum heild er vandin sera lágur, men blóðproppar kunna verða álvarsligir og í fáum førum deyðiligir.

Tað er týdningarmikið, at tú, sum p-bolla brúkari, kennir vandarnar og veit hvørji tekinini kunna verða.

 

Vandin at fáa blóðpropp er størst:

  • Tað fyrsta árið tú tekur samansetta hormonella gitnaðarfyribyrging (eisini um tú byrjar aftur eftir ein steðg uppá 4 vikur ella meira)
  • Um tú sera yvirvektig
  • Um tú ert eldri enn 35 ár
  • Um onkur í nærmastu familju hevur havt ein blóðprpp á ungum árum (t.d. undir 50 ár)
  • Um tú hevur átt eitt barn innan fyri 2 vikur
  • Um tú roykir


Vandin er enn hægri, um tú hevur fleiri av omanfyristandandi risikofaktorum.

  

Tú kann ikki brúka samansetta hormonella gitnaðarfyribyrging um:

  • Fyrr hevur havt blóðpropp (í beini, hjarta ella heila)
  • Hevur í at bregða at fáa blóðpropp (genetiskt disponerað)
  • Hevur eina sjúku, sum ger at tú fær lættari blóðpropp (t.d. sukursjúka, sera høgt blóðtrýst, høgt feitt í blóðinum, onkur sløg av migrenu)

 

Far til lækna um upplivir:

  • Kraftiga pínu í øðrum beininum ella tað hovnar
  • Knappliga óforklárliga andaneyð ella skjótan andadrátt
  • Kraftiga bringupínu, kanska við útstráling
  • Viknan ella lammilsi í andliti, armi ella beini

 

Ver serliga uppmerksom um tú:

  • Júst er skurðviðgjørd
  • Hevur verið seingjarliggjandi/sitandi í longri tíð (t.d. vegna sjúku)
  • Hevur flogið

 

Minst til at siga við læknan, sjúkrasystir ella skurðlækna, at tú tekur samansetta hormonella gitnaðarfyribyrging.

Hent at vita