Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár fáa bjóða eina ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa fyrstu innkalling, tá tær fylla 25 ár. Hareftir verður man kannaður 3. hvørt ár. Tá tú hevur fingið innkalling, skalt tú biðja um tíð í viðtaluni, fyri at fáa gjørt sjálva kanningina. 

Kanningin verður framd av einum lækna. Tað er ein undirlívskanning, har tað verður tikin ein roynd av kyknunum í lívmóðurhálsinum. Royndin verður síðani send til Danmarkar. Mann skal sjálvir ringja ella biðja um svar umvegis heimasíðuna uml. 2-3 vikur eftir at royndin er tikin.

Vísir kanningin broytingar, kann tað verða neyðugt við einari nýggjari roynd. Eisini kann tað verða neyðugt við víðari kanning á Landssjúkrahúsinum.

Hent at vita