Barnakonukanningar
Tá mann er við barn er tilboð um kanningar hjá kommunulækna og jarðarmóður. 1. viðtalan er hjá kommunulækna, sum so sendur ávísing til Landssjúkrahúsi.
Tá tú ert komin uml. 6-8 vikur skal tú koma til 1. viðtalu. Til ta viðtaluna skula svarast uppá spurningar um heilsu, fyrrv. føðingar v.m. Tað hevði lætt um, um mann hevur útfylt spurnarblaðið á hesi síðuni og hevur tað við til viðtaluna.
Til allar viðtalur skal man hava eina landroynd við, tað er sjálvandi eisini møguligt at gera eina landroynd í viðtaluni.
Mann skal sjálvur biðja um tíð til viðtalurnar, mann verður ikki innkallaður.
- Fyrsta viðtalan í uml. viku 6-8 (er hjá sjúkrarøktarfrøðingi)
- Onnur viðtalan í uml. viku 10
- Triðja viðtalan í uml. viku 24
- Fjóðra viðtalan í uml. viku 34
- Fimta viðtalan uml. 8 vikur eftir føðing
Hent at vita
- Evni | Kvinnur
- Dokumentir | Spurnarblað til 1. viðtalu | Dømi uppá kalendara