Koppseting í samband við uttanlandaferð

Í samband við uttanlandaferðir, verður - alt eftir ferðamáli - viðmælt ymiskar koppsetingar. Atlit skal verða tikið til, hvar tú fert, hvussu leingi tú skal verða burtur, hvussu tú skal búgva o.s.fr.

Tú skal koma til eina viðtalu, har vit leggja eina koppsetingarætlan. Hendan viðtalan er kravd (obligatorisk), so vit kunna tryggja okkum at tú fært røttu koppsetinganar. 

Tað er umráðandi at hugsa um koppseting í góðari tíð. Onkrar koppsetingar skula gevast fleiri ferðir og onkrar skula gevast í góðari tíð fyri at virka áðrenn mann fer at ferðast. 

Fyri at kunna gera eina persónliga koppsetingarætlan, er eisini neyðugt at vita hvørjar koppsetingar tú fyrr hevur fingið. 

Eftir 1. viðtaluna verða reseptir skrivaðar uppá tær koppsetingarnar tú skal hava, tær skula heintast á apotekinum og síðani berast niðan í viðtaluna. 

Kostnaður

  • 300 kr fyri koppsetingarætlan (kravd)
  • Koppsetingar, injektion - 150 kr
  • Eftirfylgjandi koppsetingar, injektiónir, sama dag - 75 kr prik

Hent at vita

  • Prísur | 300, 150, 75 kr
  • Evni | Ymiskt
  • Leinki | Rejsevaccination
  • Minst til at hava við | vaccinatiónskort